140x140

Flogmyndir á Internetinum

Umhvørvisstovan hevur lagt 7.164 flogmyndir á Internetið til almenna nýtslu. Myndirnar síggjast her:

us.fo/flogmyndir

Talan eru um myndir, sum eru frá árunum: 1958, 1970, 1982, 1983, 1984, 2000, 2002, 2004, 2009 og 2016. Nøkur ár er tað eydnast at avmynda alt landið, meðan onnur ár er bert eydnast at avmynda partar av landinum.

Øll kunnu brúka myndirnar sum teimum lystir móti á upplýsa at keldan er Umhvørvisstovan.

Umframt á teldu, eru myndirnar eisini vælegnaðar at síggja á snildfonum og teldlum.

Vegleiðing:

- Til ber at fara beinleiðis til flogmyndirnar við at skriva: us.fo/flogmyndir.
- Ovast á høgra bredda ber til at tendra løg (levels, lagliste) við árstølum.
- Trýst á prikkin á kortinum, og upplýsingar um myndina koma fram.
- Trýst á: myndaleinkja  Flere oplysninger, og myndin kemur fram.

 

Vilt tú vita meira, so send ein teldupost til Stein Fossá á Umhvørvisstovuni - SteinF@us.fo.

Flogmyndir